Vel heimasíðulit Vel grønan heimasíðulit Vel bláan heimasíðulit Vel gulan heimasíðulit Vel reyðan heimasíðulit Vel gráan heimasíðulit
 
Um Búsetur

Okkara hús síggjast allastaðni og umboða sum heild øll sløg av bygging. Vit hava gjørt sethús, barnagarðar, ellisheim, skúlar, peningastovnar, fjós og súrhoysbrunnar, og tað, sum vit ikki hava roynt enn, taka vit sum eina spennandi avbjóðing, har vit hava høvi at prógva, at góðskubygging byrjar við góðum samskifti við byggiharran, heldur fram við gjølligari fyrireiking og endar við vandaligum handverki niður í minsta lut.


Búsetur hevur royndirnar og førleikan at átaka sær størri og smærri byggi-arbeiðs- tøkur. Takkað verið góðum samstarvi við fastar/støðugar arkitektar, verkfrøðingar, HVS-fólk og málarar umframt okkara egna byggitøkniliga starvsliði, eru vit før fyri at fremja alt frá verkætlan og byggileiðslu til endaliga bygging. Vit átaka okkum smáar sum stórar byggiuppgávur, hvar sum helst í Føroyum.

Búsetur er eitt byggivirki, sum bleiv stovnað í 1987 við tí endamáli at gera byggi- og umvælingararbeiði. Virkið hevur verið ígjøgum upp- og niðurgangstíðir og hevur megnað at skipa virksemið soleiðis, at talan altíð hevur verið um eina sunna fyritøku. Búsetur er ein blómandi fyritøka við fleiri enn 40 starvsfólkum, harav 6 eru lærlingar. Fólkið er samansett av byggifrøðingum, handverkarum, snikkarum, arbeiðsmonnum, lærlingum og roknskparfólki.
 

SENDISTOVAN