Búsetur hevur drúgvar royndir at gera alt slag av bygging, umvælingum og aðrar seruppgávur.
Vit hava bygt fleiri størri bygningar sum skúlar, ítróttarhallir, skrivstovubygningar, fjós og ymiskar hallir.
Vit kunnu átaka okkum uppgávur sum Heildararbeiðstakari, høvðarbeiðstakari, men eisini sum undirveitari.
Vit hava bygt fleiri sethús, bæði eftir tekningum, sum vit hava gjørt ella eftir tekningum, sum kundin er komin við.
Harumframt hava vit umbygt fleiri sethús, innrætta skip og umvælt friðaðar bygningar, ið skulu lúka serlig krøv. Eisini hava vit drúgvar royndir at skifta tekjur og at leggja flag og takdúkar á.
Vit hjálpa tær fegin við at byggja nýggju dreymahúsini - frá fyrstu tekning til síðsta seym.
Búsetur fær hjálp tær við øllum frá tekning, stoyping og bygging av tykkara dreymahúsið. eisini kunnu vit hjálpa tykkum við at fáa tykkara ynski til veruleika
Búsetur hevur bygt sethús runt alt landið og hevur eisini bygt randarhús við góðum úrslitum.
Búsetur hevur tekna og framleiðir síni egnu lyklakláru hús. Við Búseturhúsunum hava vit gjøgnumhugsað nakrar skilagóðar og liðiligar karmar um tykkara framtíðarhús. Við Búsetri sum arbeiðstakara sleppa tit samstundis undan at renna millum myndugleikarnar.
Samband fæst á leinkju niðast á síðuni
Búsetur átekur sær smáar og stórar uppgávur í sambandi við skipaumvælingar bæði Abtering og Garnering.
Vit hava verið við til nýbygningar og hava gjørt umvælingar á fleiri skipum.
Av nýggjum skipum kunnu nevnast Hansa Maria og Skálafossur, har vit stóðu fyri allari Abtering og Garnering.
Í sambandi við umvælingar er matstovan Simmerdim, Norrønabuffé, Nørrønacafe og Naust barrin á Norrønu ein av stóru uppgávunum, har vit hava umbygt og nýtímasgjørt.
Eisini hava vit drúgvar royndir við umvælingum av tryggingarskaðum á skipum.
Í okkara dótturfelagið Stoyp Sp/f hava vit allar neyðugar førleikar og útgerð til at gera eitt dygdar gott stoypiarbeiði.
Vit hava dugnalig starvsfólk við drúgvum royndum innan stoyping. Tætta sambandi við Búsetur ger, at vit eisini hava fakligan kunnleika til stoypiarbeiði.
Vit kunnu átaka okkum bæði størri og smærri arbeiði kring alt landið.
Dótturfelagið Stoyp Sp/f hevur í løtuni tveir kranabilar, ið verða nýttir í sambandi við verkætlanum hjá Stoyp ella Búsetur.
Tó átaka vit okkum eisini kranaarbeiði fyri onnur og royndur førari er knýttur at bilunum.
Bilar og kranar eru til øll kravd eftirlit og hava allar neyðugar góðkenningar, eins og teir eru umfataðir av leypandi viðlíkahaldi.