Í okkara dótturfelagið Stoyp Sp/f hava vit allar neyðugar førleikar og útgerð til at gera eitt dygdargott stoypiarbeiði.
Vit hava dugnalig starvsfólk við drúgvum royndum innan stoyping. Tætta sambandi við Búsetur ger, at vit eisini hava fakligan kunnleika til stoypiarbeiði.
Vit kunnu átaka okkum bæði størri og smærri arbeiði kring alt landið.

Kranabilar
Stoyp hevur í løtuni 2 kranabilar, ið verða nýttir í sambandi við verkætlanum hjá Stoyp ella Búsetur. Tó átaka vit okkum eisini kranaarbeiði fyri onnur.

Bilar og kranar eru til øll kravd eftirlit og hava allar neyðugar góðkenningar, eins og teir eru umfataðir av leypandi viðlíkahaldi. Royndur førari er knýttur at bilunum.

Niðanfyri eru dømir um hvat vit hava stoypt:
Hotel
Skúlar
Fjós
Vinnubygningar
Sethúsagrundir
Stuðlagarðar og vanligar garðar
Køstar

Verkætlanirnar eru at síggja á síðuni hjá Búsetur.

Avtala um leigu kann gerast við at ringja til Hall Hansen á 230834

 

 
Fylg okkum á