Síðan 1987 hevur Búsetur verið ein týðandi aktørur í føroysku byggivinnuni. Vit byggja við nærlagni, dygd og ábyrgd – allan vegin frá fyrstu tekning til avhendaðu verkætlan. Okkara styrki er vælskipað arbeiðslag, góð ráðgeving og eitt toymi, sum veit, hvat krevst. 

Vit hava bygt alt frá sethúsum til skúlar, barnagarðar, ellisheim, peningastovnar, fjós og súrhoysbrunnar - og tað, vit ikki hava roynt fyrr, hava vit hegni og dirvi at fara undir. Tað, sum hevur týdning, er at vit fara undir hvørja einastu uppgávu við nærlagni, ábyrgd og dygd . 

Virksemið hjá Búsetur kann býtast í trý kjarnuøki. 

Framleiðsluhøllin á Hjalla er staðið har elementir til byggingina verða gjørd. Vit byggja element og kunnu seta vindeygu og hurðar í. Framleiðsluhøllin tryggjar at byggitíðin verður stytt munandi. Framleiðsla á sama stað elvir til minni spill og betrar um møguleikarnar at endurnýta avskurðir. Elementini verða fraktað úr framleiðsluhøllini og út á byggiplássið. Framleiðsluhøllin er egin ogn og varð tikin í nýtslu í 2024. Skrivstovan er í verandi løtu ein leigubygningur og er staðsett á Hjalla 24.

Skrivstovan virkar sum miðdepil og savningarøki fyri alla fyritøkuna og rúmar til dagligt skrivstovufólki, fyrisiting og byggifrøðingum umframt goymslu. 

Byggiplássini, har Búsetur virkar hvønn dag, eru staðsett ymsa staðni kring Føroyar í ymiskum tíðarskeiðum og við skiftandi nøgd av starvsfólki. Byggiplássini hava arbeiðsskúr, ið virkar sum savningarstað, skiftingarrúm og kaffistova fyri starvsfólkini.

Umframt tey trý kjarnuøkini, er dóttirfelagið Stoyp eisini ein partur av Búsetur. Stoyp er, sum navnið leggur upp til, ein stoypifyritøka ið kann gera alt innan betong, stál og elementarbeiði. Stoyp varð keypt inn sum dóttirfelag hjá Búsetur fyri at styrkja um møguleikarnar hjá Búsetur at luttaka í størri útbjóðingum, ið stoyping og stál eisini er ein partur av. Farnu árini hevur Stoyp fest veruligar røtur í hesum parti av byggivinnuni. 

Okkara kjarnuførleikar

Fylg okkum á