Í 2007 fór Búsetur undir fyrsta byggistig av skúlanum við Løgmannabreyt.
Skúlin er skipaður í lonir við felagsøki í miðjuni og stórari fimleikahøll (dupult høll, sum kann býtast í 2 hallir). Støddin er 6.200 m2
Skúlin lýkur øll nútímans krøv til ein modernaðan skúla og er ein tann størsta framda byggiverkætlan í nýggjari tíð í Føroyum.
Uppbygnaðurin er stál, betong, gips, alufasadur, lættir skilaveggir eru stál/gips. Í parti av skúlanum er etaguskilnaður millum hæddirnar við holdekkum við pusslagi. Miðhøll skúlans hevur stálgongu-brúgv við glasi og balkong. Somuleiðis eru útibalkongir og trappur v/rekkverki úr galvaniseraðum stáli.
Verkætlanin var skipað sum høvuðsarbeiðstøka, sum Búsetur hevur havt leiðsluna av. Búsetur gjørdi timbur-, snikkara- og stálarbeiðið, meðan undirveitarir vóru nýttir til restina av arbeiðinum.
Arbeiðstøka
Høvuðsarbeiðstøka
Ánari
Tórshavnar Kommuna
Tíðarskeið
2007 til 2011