Vel heimasíðulit Vel grønan heimasíðulit Vel bláan heimasíðulit Vel gulan heimasíðulit Vel reyðan heimasíðulit Vel gráan heimasíðulit
 
Fyriskipan

Fyritøkan er skipað soleiðis, at arbeiðsformenn og byggifrøðingar hava ábyrgdina av ymsu byggiarbeiðunum. Byggifrøðingar og HTÚ-fólk tryggja eftirlitið og stýringina, og roknskaparfólk hevur ábyrgdina av fíggjarligu og fyrisitingarligu viðurskiftunum. Vit arbeiða kring alt landið, og ábyrgdarpersónarnir hava tískil skrivstovu á byggi- plássunum. Høvuðsskrivstovan er í Tórshavn.
 

Dentur verður lagdur á, at øll starvsfólk kenna tey krøv og rættindi, sum hvør einstakur hevur. Arbeiðsformenninir hava, við tilvísing til stjóran, ábyrgdina av ymsu verkætlanunum, og at starvsfólkið hevur neyðuga førleikan at útinna byggiupp- gávurnar. Mannagongdirnar eru væl skipaðar á øllum økjum, og fíggjarstýrings- amboðini og -fólkini eru góð.
 

Í nevndini eru: Niels W. Poulsen, nevndarformaður, Sjúrður Holm og Bárður Johannessen. Eigarar eru: Sjúrður Holm, Hallur Hansen, Búi Holm, Bárður Johannessen og Durita Djurholm, sum eru á myndini niðanfyri.

SENDISTOVAN