Vel heimasíðulit Vel grønan heimasíðulit Vel bláan heimasíðulit Vel gulan heimasíðulit Vel reyðan heimasíðulit Vel gráan heimasíðulit
 
Ymiskt

Hvussu slepst av við silvurfiskar




Lesari hevur trupulleikar av silvurfiskum, og so er spurningurin hvat ið kann gerast við teir. Lesið svarið hjá timburmeistaranum niðanfyri.

SPURNINGUR
Ber til at sleppa av við silvurfiskar í húsum? Vit hava havt hesar í okkara bryggers, og nú hava teir breitt seg til stovu, køk, kamar og wc.

Heilsan ein lesari

SVAR
Hey lesarin

Silvurfiskar trívast har tað er væta (slavið) og har vatn sleppur framat. Tað hjálpir at lufta út, hava tað reint og sproyta við insektspray, men tað er sera týdningarmikið at fáa luftfugtigheitina niður, tí silvurfiskar trívast illa har luftfugtigheitin er undir 75%.

Tað kunnu verða nógvar orsøkir til, at fuktigheitin er ov høg í einum húsi. Um tað t.d. ikki er væl drenað uttan um húsið, kunnu soklarnir súgva vætu í seg, sum so gera tað fuktigt inni. Tað kann eisini vera, at útluftningin ikki er nógv góð í húsinum, kanska frárenslini ikki eru í lagi, rør í gólvinum leka, ella okkurt annað ger, at tað er væta (slavið) í húsunum.

Sí annars:

http://www.dkss.dk/soelvfisk.html og http://www.ab-skadedyrsservice.dk/soelvfisk/ har greitt verður nærri frá viðgerð ímóti silvurfiskum.






Berandi súlur krevja serkøna meting
 

Lesari spyr timburmeistaran hjá Kramm, Sjúrða Holm, um eitt gólv í miðhæddini, ið søkkur. Í kjallaranum stendur ein súla uppundir gólvið, men hon ger kanska ikki nóg góðan mun.

Lesið spurning og svar niðanfyri.

SPURNINGUR
Eg eigi eini uml 100 ára gomul hús, har loftið var lyft upp fyrst í 60-árunum, soleiðis at tað bleiv rúmligari á loftinum. Fyri 10 árum síðani varð takið skift.
Húsini eru smá - hvør hæddin undir 35 fermetrar - í kjallari, miðhædd og loft.
Tað sum hendir við húsinum er nú, at gólvið søkkur. Tað er serliga sjónligt í miðini á miðhæddini. Seinastu sjey árini er hetta versna nógv.

Tað stendur ein bjálki í kjallaranum, mitt í húsinum, sum nokk eigur at vera berandi. Kjallaragólvið er stoypt.

Hvussu fái eg bilbukt við hetta? Og er tað kostaðarmikið arbeiði?

Vinarliga ein húsaeigari.

SVAR
Tú sigur, at har stendur ein bjálki, rokni við hann meinar ein súla. Tú sigur einki um nakran dragara ella berandi vegg !

Um øll vektin verður konsentrerað um hesa einu súluna, so er tað undirkervi, sum ikki klárar trýstið.
Hatta mást tú hava fólk til at hyggja uppá, og fáa gjørt eina meting av støðuni. Tað kann møguliga loysast við at fáa lagt ein dragara upp, ella seta ein berandi vegg upp ! Um hetta ikki er møguligt, so er møguliga neyðugt at gera eitt fundament undir súluna. Kostnaðurin fyri slíkt arbeiði kann variera heilt nógv. Tað fyrsta sum skal gerast, er at fáa ein byggikønan at hyggja eftir trupuleikanum. Alt kann loysast.




SENDISTOVAN