Vel heimasíðulit Vel grønan heimasíðulit Vel bláan heimasíðulit Vel gulan heimasíðulit Vel reyðan heimasíðulit Vel gráan heimasíðulit
 
Tofta skúli



Vit hava bygt uppí Tofta skúla og umvælt verandi skúlabygning.
 

Marita Dalsgaard, skúlastjóri, sigur soleiðis um nýggja skúlan:
"Vit eru sera væl nøgd við skúlan, bæði næmingar, lærarar og foreldur. Skúlin er blivin eitt stað, har øll trívast væl, tí vit hava fingið umstøður til næmingarnar í fríløtunum. Vit hava nógv ymisk borðspøl, bókasavnið er opið, teldurnar eru úti eitt fríkorter um dagin, og vit hava eitt kreativt horn. Eisini er ætlanin at fáa ein tónleikakrók.
 

Skúlin er ljósur og opin – ongar langar, keðiligar gongir. Litirnir eru framúr, ikki minst trægólvið og møblarnir. Vit eru eisini væl nøgd við skúlastovurnar og ta útgerð, ið har er – samvirknar talvur, tráðleyst internet og hátalaraanlegg.
 

Vit hildu skúla saman við byggiplássinum í umleið trý ár. Tað var mangan buldrut, men vit fingu ofta at vita, tá teir arbeiddu við onkrum serliga larmandi, og ofta vildu teir eisini bíða, til skúladagurin var av. Vit høvdu gott samskifti við arbeiðsformannin, og royndu teir altíð at gera sum minst til ampa fyri skúladagin.”


Síða 1 av 1.
Vísir 1 til 5 av 5 myndum.
SENDISTOVAN