Vel heimasíðulit Vel grønan heimasíðulit Vel bláan heimasíðulit Vel gulan heimasíðulit Vel reyðan heimasíðulit Vel gráan heimasíðulit
 
Tak / tekjur



Hvørji tøk eru best hóskandi í Føroyum


Lesari, sum eigur eini 30 ára gomul hús, ið treingja til at fáa skift tak, spyr timburmeistara okkara, hvat slag av taki eru best hóskandi til føroyska veðurlagið. Men hesin spurningur er ikki so einfaldur at svara. Lesið allan spurningin og svarið niðanfyri.

SPURNINGUR
Vit eiga eini 30 ára gomul hús, sum treingja til at fáa skift takið. Húsini er í tveimum hæddum, stoyptan kjallara og smíðaða hædd omaná við træklædningi.

Tað eru nógv sløg av taki at velja ímillum.

Hvørji tøk eru best í Føroyum, og hvat er fyrimunur og vansi við teimum ymsu sløgnum.

Vinarliga

BL

SVAR
Hey BL
Sum tú óivað veitst, so eru tað nógv ymisk sløg av tekjum, og tað er eitt sindur ymiskt, hvussu tey passa til húsini. Tað kann verða trupult at svara uppá, hvat tak er best í Føroyum, tí tað er so ymiskt, hvat fólk meta hevur størst týdning.

Um so er, at tit frammanundan hava eitt jarntak ella líknandi á húsinum, so er tað nógv tað bíligasta, at fáa eitt líknandi tak á aftur.

Eitt vanligt aluminiumstak við liti er gott og viðlíkahaldsfrítt, men larmar eitt sindur, tá tað regnar.
Eternit er eisini ein møguleiki. Tað larmar ikki, men har kann leggjast gróður á, serliga á skuggasíðuni.

Decra ella líknandi hevur eisini tann vansa, at gróður kann leggast á takið.
Øll hesi tøk skulu helst hava tætt tróður undir.

Papptak er sterkt og larmar ikki, men har kemur gróður á skuggasíðuna. Gummidúkur ístaðin fyri papp er eisini fínt, men ikki líka pent, men tú sleppur undan gróðuri.

Á heimasíðuni
www.dansktagteknik.dk verða fleiri spurningar vera svaraðir um ymisk tøk.

Annars kann eg skoyta uppí, at gróður á tøk er ein kendur trupulleiki í Føroyum. Tað kann verða ein loysn at leggja eina ryggás av kopari oman á takið. Tað vísir seg nevniliga, at kopar gevur eina sýru frá sær, sum rennir oman eftir takinum og drepur vøksturin. Vit hava eisini hoyrt um fólk, sum hava spent kopartráð yvir mønina, og tað riggaði so væl, at vøksturin hvarv. Kopar blívur jú grønt við tíðini og sæst tá ikki so væl á myrkari tekju.




Hvussu sleppi eg av við vøkstur á tjørupapp-tekjuni


Lesari hevur trupulleikar av vøkstri á tekju síni, sum er klødd við Icopal. Hann biðjur tí timburmeistaran um ráð, og hjá Búsetri mæla tey til at brúka kopar til at tína vøksturin – antin eina ryggás úr kopari, ella kopartrá, sum verður spentur yvir mønina. Lesið allan spurningin, og svarið niðanfyri.

SPURNINGUR
Hey timburmeistarin
Hús okkara hava Icopal takpapp, sum hevur ligið á í 25 ár. Pappið hevur roynst væl, men fyri fimm árum síðani valdu vit at fáa eitt nýtt lag av pappi lagt á, áðrenn tað gamla pappið fór at leka. Sagt varð okkum, at hetta nýggja pappið er so nógv betri enn tað gamla.

Men tað vísir seg, at tað nýggja pappið í hesi fimm árini er avtikið við gróðuri, sum stavar mest frá fuglalorti, ið setur seg til svampalíknandi vøkstur. Eg havi spurt hjá føroyska forhandlaranum, sum ikki hevði nakra brúkiliga loysn.
Hvat er til ráða at taka?
V.h. Lesari

SVAR
Hey lesari
Tað ljóðar sum, at trupulleikin er komin síðani tit fingu nýggja taklagið. Tað eru fleiri sløg av takpappið, og vøkstur legst lættari á summi sløg.

Tað kann verða ein loysn at leggja eina ryggás av kopari oman á takið. Tað vísir seg nevniliga, at kopar gevur eina sýra frá sær, sum rennir oman eftir takinum og drepur vøksturin. Á Dr. Ingrids sjúkahúsið sæst hetta gjørt.

Vit hava eisini hoyrt um fólk, sum bara hava brúkt kopartráð, sum var spentur yvir mønina, og tað riggaði so væl, at vøksturin hvarv. Kopar blívur jú grønt við tíðini og sæst tá ikki so væl á myrkari tekju.

SENDISTOVAN