Vel heimasíðulit Vel grønan heimasíðulit Vel bláan heimasíðulit Vel gulan heimasíðulit Vel reyðan heimasíðulit Vel gráan heimasíðulit
 
Tórshavnar kommunuskúli



Búsetur hevur gjørt nýggjan bygning til Kommunuskúlan í Tórshavn. Bygningurin er til barnaskúlan fyri 1. til 3. flokk.
 

Hanus Joensen, skúlastjóri, sigur soleiðis um nýggja skúlan:
"Vit eru sera væl nøgd við nýggja bygningin, sum Búsetur saman við Árna Winther Arkitektum hevur greitt úr hondum. Skúlin í Kongagøtu gevur okkum góðar og kveikjandi fysiskar karmar at arbeiða undir. Ljós- og ljóðviðurskiftini eru fyrimyndarliga góð, her er høgt til loft og vítt til veggja. Nevnast kann eisini fyritøkunum til rós, at bæði tíðar- og kostnaðarætlanir hildu í øllum smálutum."

Árni Winther Arkitektar hava teknað skúlan, og teir siga soleiðis um skúlan:
"Saman við byggifeløgum og undirráðgevum hava vit roynt at veita Tórshavnar kommunu ein bygning, ið lýkur námsfrøðiligu krøv skúlans, er kveikjandi fyri næmingar og starvsfólk, hóskar til býarmyndina, hevur byggitøkniliga góðsku – alt fyri ein sámiligan prís."


Síða 1 av 1.
Vísir 1 til 12 av 12 myndum.
SENDISTOVAN