Vel heimasíðulit Vel grønan heimasíðulit Vel bláan heimasíðulit Vel gulan heimasíðulit Vel reyðan heimasíðulit Vel gráan heimasíðulit
 
Starvsfólkapolitikkur

Búsetur hevur greiða visión og klár mál um starvsfólkapolitikk.
 

Góðskubygging verður best framd av motiveraðum og fakliga dugnaligum starvsfólki, sum Búsetur tí ynskir at fasthalda og draga at sær. Arbeitt verður áhaldandi við, hvussu vit best motivera og menna starvsfólk okkara.
 

Okkara visión er, at Búsetur er ein harmonisk og væl skipað fyritøka, har fólk eru motiverað og trívast, og har gott samskifti er millum øll, sum eru í starvi hjá Búsetri.
 

Endamálið við starvsfólkapolitikkinum er at fasthalda og draga at sær bestu fólkini. Okkara starvsfólkapolitikkur er eitt av okkara góðskumerkjum. Okkara starvsfólk verða sædd og hoyrd, og á henda hátt verða tey motiverað og brúka sítt tilfeingi professionelt og munadygt til virkisins vøkstur og menning. Gott samskifti er eitt av lyklaorðum okkara – bæði tá talan er um starvsfólk og viðskiftafólk.
 

Búsetur verður rikið soleiðis, at starvsfólk hava neyðugu amboðini og verða førleika- ment eftir tørvi fyri at kunna røkja sína uppgávu til fulnar. Stjórin og arbeiðsformenn eru altíð til reiðar at vegleiða og vera har, um tørvur er á teimum. Leiðslan gevur fólki ábyrgd og letur tey hava hana uttan at blanda seg óneyðugt uppí. Leiðslan vitjar javnan arbeiðsplássini fyri at tosa við arbeiðsformenn og starvsfólk.

SENDISTOVAN