Vel heimasíðulit Vel grønan heimasíðulit Vel bláan heimasíðulit Vel gulan heimasíðulit Vel reyðan heimasíðulit Vel gráan heimasíðulit
 
Soppur




Soppur kann seta seg í innbúgv
 

Lesari spyr timburmeistaran hjá Kramm, Sjúrða Holm, um soppur í t.d. húsaveggum kann seta seg í innbúgvið. Lesið allan spurningin og svarið niðanfyri.

SPURNINGUR


Er tað nakar av tykkum ið kunnu svara mær uppá um soppur fer í innbúgv í einari íbúð har soppur er.



Sakin er tann, at vit í sambandi við gamlan sopp eru í ferð við at kanna um møblar og líknandi skulu vekk ella verða verandi í húsunum.
Vinarligast

Soppurin

SVAR
Jú, soppur kann væl seta seg í innbúgvið ! Tað er staðfest fleiri ferðir !

Um mann t.d. flytur úr einari íbúð, har soppur er staðfestur, skal mann, so vítt tað er gjørligt, ikki taka innbúgvið við, tí soppur kann fylgja við í næstu íbúðina. Hetta eru eisini ráðini, sum koma frá Arbeiðseftirlitinum.

Um so er, at neyðugt er at taka møblar o.l. við, so skal hetta reingerast eftir serligum forskriftum.

Sjálvandi skal hædd eisini takast fyri hvussu umfatandi soppurin er, og hvat slag av soppi talan er um.

Ansi tykkum fyri soppi !



Soppur í sovikamarinum í nýggjum húsum
 

Lesari hevur trupulleikar av soppi í sovikamarinum, og spyr tí timburmeistara okkara, hvat orsøkin kann vera. Lesið allan spurningin og svarið frá Búsetri niðanfyri.

SPURNINGUR
Vit hava ein trupulleika í sovikamarinum hjá okkum. Tað er ein ella annar soppur í vindeygakarminum. Myndir hjálagdar. Eg havi havt allan vindeygakarmin frá fyri góðum ári síðani og viðgjørdi hann m.a. við ”Vandtæt” frá Dyrup, tapetseraði umaftur og málaði. Haldi eisini at eg viðgjørdi við onkrari blanding fyri svamp. Hetta riggaði eina tíð, men so kom vøksturin aftur.
Innanfyri væntaði eg at síggja fukt ella vætu, men har var einki at síggja.

Tá kaldara tíðin er, er altíð døgg á rútunum um morgunin. Um náttina hava vit sokallaðar foldigardinur fyri vindeyguni. Hurðin í sovikamarinum er altíð opin um náttina, og tað verður útluftað um morgunin.

Húsini er 5 ára gomul, og hava ikki ventilatiónskipan.

Hava tit okkurt boð um loysn á trupulleikanum?

Vinarliga
Soppur

SVAR
Góði Soppur

Trupulleikin við soppinum kann koma av, at at damsperra ella bjálving manglar aftanfyri tilsetningin við vindeyga.

Tað er altíð umráðandi at lufta út - serliga í nýggjum húsum, sum eru so tøtt.

Vit hjá Búsetur vilja fegin koma at hyggja uppá tað.




SENDISTOVAN