Vel heimasíðulit Vel grønan heimasíðulit Vel bláan heimasíðulit Vel gulan heimasíðulit Vel reyðan heimasíðulit Vel gráan heimasíðulit
 
Skúlin við Løgmannabreyt


Búsetur hevur undirskrivað sáttmála við Tórshavnar kommunu um at byggja nýggjan barnaskúla við Løgmannabreyt. Arbeiðið byrjaði í apríl 2007, og væntandi verður alt liðugt við ársenda 2009. Talan er um bygging av 6.200 fermetrum, harav 4.800 fermetrar eru grundvídd á bygninginum. Tá skúlin verður liðugur, fer 1. til 9. flokkur at ganga í skúlanum.
 
Foreldur og avvarðandi vóru sera positiv um snotiligu karmarnar, ið Búsetur sum høvuðsarbeiðstakari hevur staðið fyri. Árni Winther Arkitektar hava teknað skúlan. Arbeiðið hevur gingið eftir ætlan, og tað fegnast vit um.

Síða 1 av 1.
Vísir 1 til 13 av 13 myndum.
SENDISTOVAN