Vel heimasíðulit Vel grønan heimasíðulit Vel bláan heimasíðulit Vel gulan heimasíðulit Vel reyðan heimasíðulit Vel gráan heimasíðulit
 
Lýsing av húsunum

Lýsing av Búseturhúsum

Húsini, ið eru eitt slag av sniðhúsum, við ella uttan kjallara og bilskýli, eru í 6 ymiskum støddum. Øll húsini kunnu speglvendast. Eisini kann ein velja at speglvenda miðsektiónini, har køkur og stova eru, ella ein speglvendir kamarpartinum.
 

Støðið og kjallaraveggir verða gjørd úr betongi, stoypt á staðnum. Síður og skjøldrar verða gjørd sum vanlig timburkonstruktión, og standardtekjan verður gjørd sum timburkonstruktión við takpappi. Leggjast kann afturat, at øll sniðini eru innrættað soleiðis, at eingi óneyðug gongsøki eru.
 

Konstruktiónir og tilfar

Gøtuhædd:

Útveggir: Timburkonstruktión við profilbrettum.
Innveggir: Stólpakonstruktión við byggiplátum.
Gólv: Timburbjálkar og gólvplátur. Flísar í vátrúmum.
Loft: Loftsbrettir úr timbri.
Tak: Timbursperrur og krossviðarplátur við takpappi.

Kjallarahædd:

Undirstøði: Betong.
Útveggir: Betong.
Gólv: Betong.

 


Hitabyrgingar lúka krøv, sum tilskilað eru í byggisamtyktini hjá Tórshavnar kommunu.

 


SENDISTOVAN