Vel heimasíðulit Vel grønan heimasíðulit Vel bláan heimasíðulit Vel gulan heimasíðulit Vel reyðan heimasíðulit Vel gráan heimasíðulit
 
Innrætting



At innrætta í einum gomlum betongkjallara


Lesari ætlar sær at innrætta í einum gomlum kjallara, og so er spurningurin hvør mannagongd er tann frægasta. Lesið allan spurningin, og svarini hjá Búsetri niðanfyri.

SPURNINGUR
Eg fari at gera eitt kamar í kjallaranum, og í tí sambandi vil eg
fegin fáa at vita, hvussu skilabest er at gera. Húsini eru gomul, og
grundin er úr betongi, sum er málað uttan.

Upprunaliga vórðu tær
stoyptar við skervi ella smáum malagrótasteinum, men eru pussaðar
uttaná og onkunstaðni er stoypt tunt uppvið. Innanfyri er stoypt
breiðari uppvið grundini, so veggirnir eru breiðir.

Tann eini
veggurin er uml. 40 cm, meðan hinir báðir eru minni. Samlað er talan
um, at tríggir betongveggir skulu klæðast innan.

Grundin verður ikki
klødd uttan.

Eg havi fingið at vitað frá timburmanni, at vanligt er fyrst at klæða
veggin við tjørupappi, men helst hava eitt lítið glopp millum veggin og
pappið. Síðani festir mann 2*2 inn ímóti pappinum, fyri síðani at
koyra 5 cm isolatión inn í millum gloppini, inn at pappinum. Aftaná tað koyrir mann dampsperru upp, síðani plátur útyvir.
Eg havi varhugan av, at fleiri meiningar eru um, hvat er frægast at gera.


Fyrr var rúmi klætt við plátum, uttan bjálving og tjørupapp, men tær
eru tiknar niður nú, og tá vóru fleiri av teimum fuktaðar, mest í
neðra, sum kanska eisini kom av tí, at tær komu níður á betonggólvið.
Hvat mann vera røtt mannagongd í mínum føri?

Mann tað vera skilagott at brúka 5 cm isolatión innan?
Mann tað vera skilagott bara at brúka tjørupapp, og droppa bjálving ?
Mann tað vera skilagott at smyrja grundirnar innan við "fugtforsegler" ?



Heilsan ein ivandi

SVAR
Hey ivandi

Tú spyrt: “Mann tað vera skilagott at brúka 5 cm isolatión innan ?”

Okkara svar er:
Brúka minst 5 cm isolatión innan.

Tú spyrt: “Mann tað vera skilagott, bara at brúka tjørupapp og droppa bjálvingina ?”

Okkara svar er:
Nei, Ikki droppa bjálvingina.

At enda spyrt tú: “Mann tað vera skilagott, at smyrja grundirnar innan við "fugtforsegler" ?”
Og vit svara:
Ja, tað er eitt gott hugskot at smyrja grundina innan.

Tað einasta rætta er at bjálva og klæða grundina uttan, fyri at fuktur ikki kemur inn. Talan er um gamla grund, har vandin fyri fukt kann verða stórur. Um ein partur er undir jørð, skal tað eisini verða væl drenað og bjálvað.


SENDISTOVAN