Vel heimasíðulit Vel grønan heimasíðulit Vel bláan heimasíðulit Vel gulan heimasíðulit Vel reyðan heimasíðulit Vel gráan heimasíðulit
 
Gólv



Hvussu leggur mann fugu millum gólvfjalar


Lesari, sum hevur eitt timburgólv, har tað er blivið í so langt millum fjalarnar, ætlar sær at legja fúgu imillum. Men hvussu ger mann. Tað hevur timburmeistarin hjá Kramm eitt boð upp á. Lesið spurningin og svarið niðanfyri.

SPURNINGUR
Vit hava keypt eini eldri hús, sum hava timburgólv, ið ætlanin at fúga og síðan slípa niður.
Við tíðini er fjalarnar farnar sundur, so breiddin á rivunum er frá 2 – 6mm.

1. Hvat fyri fúgu skulu vit brúka?
2. Kunnu vit fáa eina vegleiðing hvussu vit skullu gera?

Vh. J.J.

SVAR
Hey J.J.
Nú verður ikki sagt, hvat slag av viði gólvið er, men vit ganga út frá, at tað er furu-gólv.

Um gólvið er ferniserað, so er neyðugt at fáa ferniseringina (lakkið) av fyrst. Hetta kann slípast av, soleiðis at furu-liturin kemur framaftur. Men hetta skal ikki vera tann endaliga slípingin.

Um gólvið ikki er ferniserað, so er fyrst at fáa reinsað foyrurnar ordiliga væl, so alt tað leysa støvið er vekk. Tá hetta er gjørt, skulu allar foyrurnar “primast”. Hetta kann t.d. vera Sika-Primer.

Tá hetta er gjørt, er klárt at fúga. Fúgan kann t.d. vera “Sika 11FC”. Fugan fæst í fleiri litum. Minst til at fylla fúgurnar soleiðis, at tær flóta eitt sindur yvir, tí tær torna (svinna). Lat so fúgurnar fáa frið í einar 3-4 dagar, so fugan er ordiliga turr.

Nú kann tann endaliga slípingin gerast. Ansa eftir ikki at brúka ov grovt sand-papír. Slípa heldur fleiri ferðir við fínum papíri.

Tit mugu vera tolin, tí hetta tekur tíð at gera. Góða eyðnu við gólvinum J




Hvussu sleppi eg undan flísum frá trægólvinum


Lesari spyr timburmeistaran, hvat ið er frægast at gera, fyri at sleppa undan at fáa flís av plankagólvi sínum. Les allan spurningin, og svarið niðanfyri.

SPURNINGUR
Í stovuni hjá okkum hava vit plankagólv, sum er sera flott. Men tað eru fleiri sum hava fingið flís av hesum gólvi. Hetta er sjálvandi sera óheppið, og vit vita ikki heilt hvat vit skulu gera við tað. Vit vilja helst sleppa undan at skifta gólv. Er tað møguligt at viðgerða tað uppá onkran máta, so flísurnar forsvinna?
Vinarliga
J.P.

SVAR
Hey J. P.

Tú skrivar ikki, hvussu gamalt gólvið er, og hvat tað er fyri slag (træsort) gólvið er, men um tað er eitt furugólv, so er tað nógv, ið bendir á, at træið er uppturkað. Um træið er uppturkað, so kann tað koma fyri, at gólvið brestir, og flísar byrjað at koma.

Tað frægasta, sum er at gera, um tað eru nógvar flísar, er, fyrst at slípa gólvið og síðani at olju- og ella sápuviðgera tað. Hetta skal gerast fyri at metta træið aftur. Síðani skal gólvið viðgerast regluliga framyvir, í minsta lagi eina ferð um árið. Hvussu hesar viðgerðir skulu fara fram, fæst at vita frá veitaram av slíkum gólvum !

Góða eyðnu við gólvinum !




Hjálp! Gólvini knarra


Lesari biðjur timburmeistara okkara um hjálp, tí gólvini í halvt annað ára gomlu húsum hansara eru farin at knarra. Av tí at vit ikki kenna allar smálutirnar í hesum føri, velur Búsetur at koma við loysnum upp á ymisk brakandi gólv. Lesið spurningin og svarið niðanfyri.

SPURNINGUR
Eg havi búð í mínum nýggju húsum í hávt annað ár, og brádliga eru gólvini í erva byrjað at knarra og braka.
 Í fyrstani var tað bert eitt sindur, so eg helt eg kundi liva við tí. Men nú er heilt galið. Tað brakar nakað so illa, at tað er ikki til at halda út. Húsini eru eini træhús og gólvið er ask-parket. 

Hvat kann tað verða, og kann nakað gerast?




Vinaliga


Forharmaður húsaeigari í nýggjum húsum!

SVAR
Vit skilja væl, at tú ert forharmaður um, at nýggju gólv tíni braka. Vit vilja royna at greiða frá, hvat trupulleikin kann verða, og hvussu hann kann loysast. Tað eru fleiri møguligar orsøkir til, hvat trupulleikin er, og vit hava ikki nóg nógvar upplýsingar til, at kunna geva eitt eitt heilt greitt svar.

Parkett skal hava stovuhita i 2-3 vikur áðrenn tað verður lagt, soleiðis at tað er nóg turt, tá tað verður lagt á. Um parkettið ikki hevur verið nóg turt, tá tað varð lagt, vil tað tornað nakað eftirfylgjandi, og harvið broytast nakað. Í slíkum føri kann gólvið fara at braka.

Um talan er um flótandi gólv, kann tað verða, at tað flótandi gólvið hevur flutt seg út í móti veggjunum og harvið byrjar at braka. Tá flótandi gólv verður lagt, skal frástøða verða allan vegin fram við veggjunum, soleiðis pláss er til at gólvið kann arbeiða (“liva”).

Tað kann eisini hugsast, at sjálvar gólvpláturnar undir gólvinum eru farnar at braka. Um gólvpláturnar ikki eru nógv væl skrúvaðar ella negldar fastar, kann hetta einans loysast við, at gólvið verður tikið uppaftur og gólvpláturnar negldar betur.

Um talan er um massivt gólv, er gólvið óivað skrúvað ella neglt beinleiðis niður á undirsløgini. Eisini her er tað týdningarmikið, at eitt sindur av frástøðu er úti við veggjunum, soleiðis at gólvið fær arbeitt. Um einki glopp er, kann gólvið fara at braka, tá ið tað arbeiðir, tí timbur hevur tað við at arbeiða alt eftir hvussu hiti, væta o.a. í umhvørvinum broytist.

Tað fyrsta sum er neyðugt at kannað er, um gólvið er lagt heilt út til veggirnar, tí hetta kann verða trupulleikin. Um tað er trupulleikin, má tað takast av gólvinum.

Trupulleikarnir kunnu eisini koma av, at gólvið ikki er fest nóg væl niður á undirsløgini - um talan er um massivt gólv. Um hetta er trupulleikin, mugu gólvini takast upp og leggjast av nýggjum. Tá má roknast við, at partur av gólvinum kann endurnýtast og partur útskiftast, tí nøkur bretti fara fyri skeyti.



SENDISTOVAN