Vel heimasíðulit Vel grønan heimasíðulit Vel bláan heimasíðulit Vel gulan heimasíðulit Vel reyðan heimasíðulit Vel gráan heimasíðulit
 
Góðskumál

Málið hjá Búsetri er at fremja bygging av bestu góðsku í samsvari við tey ynskir, sum kundin ella byggiharrin hava. Uttan mun til, um tað er stovnur, virki ella sethús, er mál okkara, at handverkið skal vera framúr gott, skal halda í nógv ár og skapa trivnað fyri tey fólk, sum tað er gjørt til.
 

Góðskubygging byrjar við góðum samskifti við byggiharran, heldur fram við gjølligari fyrireiking og endar við vandaligum handverki niður í minsta lut.
 

Til tess at tryggja neyðuga góðsku og neyðugt eftirlit, verða greiðar mannagongdir fylgdar, tá farið verður undir eina verkætlan. Góðskutryggingarætlan verður brúkt og tillagað til hvørja einstaka verkætlan. Galdandi lógir og ásetingar fyri bygging verða fylgdar, um ikki betri avtala er gjørd.

SENDISTOVAN