Handverkari

Søkt verður eftir Handverkarum til timburarbeiði.
Vit vænta, at tú ert røkin og álítandi og kann arbeiða sjálvstøðugt, men eisini í toymi, har tað er neyðugt.
 
Vit ynskja at fólk hava tað gott og trívast í arbeiðinum. Vit hava árlig starvsfólkatiltøk og raðfesta trygdina høgt hjá starvsfólkunum.
 
Búsetur arbeiðir kring allar Føroyar, tó serliga í  Eysturoy, Streymoy og Vágunum.
 
Vit bjóða góð og skipaði arbeiðsviðurskifti.
 
Lønin verður avtalað millum partarnar.
 
Starvið verður sett, skjótast tilber.

 

Umsóknarfreist:
13. oktober 2024

Spruningar verða svaraðir á 210830 ella busetur@busetur.fo

Send umsókn
Fylg okkum á