Vel heimasíðulit Vel grønan heimasíðulit Vel bláan heimasíðulit Vel gulan heimasíðulit Vel reyðan heimasíðulit Vel gráan heimasíðulit
 
Fjós í Havnardali


Fýra bøndur hava tikið stig til at byggja nýggja fjósið í Havnardali og hava skipað seg í íognarfelagið »Sandá«. Fjósið hevur pláss til 180 neyt og er 2.000 fermetrar til støddar. Tað er sera væl útgjørt og telist millum tey fremstu fjós í Norðurlondum. Innanveggja er alt gjørt, fyri at umstøðurnar hjá neytunum skulu vera so líkar náttúruni sum gjørligt. Ein partur av hesum er at lata neytini ganga á gummimáttum og at hava liggibásar við bleytum undirlagi, eins og bøurin uttanfyri. Framleiðslan av mjólk byrjaði í september 2008.
 
Búsetur hevur fleiri royndir innan landbúnaðin. Umframt at hava bygt felagsfjósið til mjólkineyt í Havnardali, hava vit eisini bygt eitt fjós í Vágum, umframt súrhoysbrunnar í Norðradali og Syðradali.

Síða 1 av 1.
Vísir 1 til 6 av 6 myndum.
SENDISTOVAN