Vel heimasíðulit Vel grønan heimasíðulit Vel bláan heimasíðulit Vel gulan heimasíðulit Vel reyðan heimasíðulit Vel gráan heimasíðulit
 
EIK


Marner Jacobsen, forstjóri:


Eik Banki uppi við Eystfalssker
Síðan aldarskiftið hevur Eik Banki búleikast í nýggja høvuðssætinum Yviri Strond 2. Bygginevndin, saman við arkitektavirkinum hjá Árna Winther, legði stóran dent á at fáa gamla fiskasølubygningin so ljósan, arbeiðsligan og tøkniliga nútímans, sum gjørligt.
 
Sum nakað heilt nýtt í sambandi við størri bygningar í Føroyum, varð avgjørt at velja gamlan føroyskan útluftingarhátt, nevniliga at koyra vindeyguni upp av og á, tí tað er sum kunnugt ríkiligt av frískari luft í Føroyum. Hetta val fekk eisini ávirkan á konstruktiónina av bygninginum. Tvey luftskiftistorn vórðu bygd, eitt í norðara og eitt í sunnara parti av bygninginum. Ovasti partur av vindeygunum fer sjálvvirkandi upp okkurt um eina ferð um tíman.
 
Fyri at fáa bygningin so ljósan, sum møguligt, varð skorið burtur úr gólvinum í breiðasta partinum av bygninginum og serligur atriumgarður skipaður. Soleiðis bar til at fáa ljósið inn í bygningin, umframt natúrliga luftskiftisskipan í mið- og norðara parti. Snotiliga trappan niður í atriumgarðin bindur saman niðaru og ovaru hæddina, og hetta hevur verið sera gagnligt, umframt at tað lyftir bygningin arkitektoniskt upp á eina hægri rók.
 
Grundkonstruktiónin bleiv styrkt í pørtum av bygninginum, og fasadurnar vestureftir fingu eitt heilt nýtt andlit úr kanadiskari furu (sedrisviði). Eystursíðan fekk eisini nýggja koksgráa aluminiumfasadu, sum hóskaði væl inn í landslagið. Umframt at bygningurin við hesum broytti útsjónd, so gav hetta eisini nýggja høvuðssætinum eitt flógvari og meira innbjóðandi yvirbrá.
 
Bygningurin hevur staðið sína roynd, og tíðin hevur víst, at starvsfólkini hava trivist sera væl í snotiliga høvuðssætinum uppi við Eystfalssker, við tí framúr vakra útsýninum út yvir Nólsoyarfjørð.
 
Vit í Eik Banka hava verið sera væl nøgd við samstarvið við Búsetur og tað megnararbeiði, sum bleiv avrikað í sambandi nýggja høvuðssætið hjá Eik Banka Yviri við Strond.
 
Stjórn og starvsfólk takka Búsetri fyri stóra leiklutin og fyri eitt væl frágingið valaverk.

Síða 1 av 1.
Vísir 1 til 4 av 4 myndum.
SENDISTOVAN