Vel heimasíðulit Vel grønan heimasíðulit Vel bláan heimasíðulit Vel gulan heimasíðulit Vel reyðan heimasíðulit Vel gráan heimasíðulit
 
Dagstovnurin á Velbastað



Búsetur hevur drúgvar royndir at gera barnaansingarstovnar. Vit hava bygt Dagstovnin á Velbastað og á Hamrinum, og nú verða dagstovnar í Søldarfirði og á Skála gjørdir. Allir stovnarir eru í einari hædd. Stovnurin á Velbastað er 650 fermetrar og hevur um 36 barnagarðspláss, 12 vøggustovupláss og 20 frítíðarskúlapláss, í alt 68 pláss.
 

Tá dagstovnurin á Velbastað skuldi gerast, beyð Tórshavnar kommuna okkum og øðrum at koma við prosjektuppskoti, sum skuldi innihalda:
 

• Prosjektuppskot (tekningar, frágreiðingar um installatiónir o.a.)
• Tilfarsval
• Innrætting av útiøki, herundir planting og parkeringsøki
• Byggikostnað
 

Innkomnu uppskotini blivu mett soleiðis, at prosjektið (arkitekturur) taldi 40%, dygdin á bygningi, tilfarsval o.tíl. taldi 20%, og prísurin taldi 40%.

Vit vunnu kappingina við aðrar og veittu eina heildarloysn viðvíkjandi stovninum. Vit høvdu totalarbeiðstøku á Velbastað, sum merkir, at vit stóðu fyri øllum arbeiðstøkunum.


Síða 1 av 1.
Vísir 1 til 6 av 6 myndum.
SENDISTOVAN