Vel heimasíðulit Vel grønan heimasíðulit Vel bláan heimasíðulit Vel gulan heimasíðulit Vel reyðan heimasíðulit Vel gráan heimasíðulit
 
Dagstovnur í Søldarfirði


Búsetur hevur bygt Náttúrubarnagarðin Sóljuhjarta í Søldarfirði fyri Runavíkar kommunu. Stovnurin bleiv liðugur í 2010, - tó er alt ikki innrættað sambært avtalu við byggiharran. Búsetur gjørdi alt byggiarbeiðið og hevði undirveitarar til HVS-, el-, málara- og múraraarbeiðið.
 
Stovnurin er 750 fermetrar og kemur at hava 60 ansingarpláss í vøggustovu og barnagarði. Búsetur hevur gjørt prosjektið og tillagað tað eftir ynski frá Runavíkar kommunu.
 
Búsetur hevur drúgvar royndir innan stovnsbygging. Dagstovnurin á Hamrinum og Dagstovnurin á Velbastað eru eisini prosjekteraðir og bygdir av Búsetri. og Barnahúsið Sellin á Skála varð eisini liðugt í 2010.

Síða 1 av 1.
Vísir 1 til 14 av 14 myndum.
SENDISTOVAN