Vel heimasíðulit Vel grønan heimasíðulit Vel bláan heimasíðulit Vel gulan heimasíðulit Vel reyðan heimasíðulit Vel gráan heimasíðulit
 
Dagstovnur á Skála





Búsetur hevur bygt dagstovnin "Barnahúsið Sellin" á Skála fyri Runavíkar kommunu. Stovnurin varð liðugur í 2010. Búsetur gjørdi alt byggiarbeiðið og hevði undirveitarar til HVS-, el-, málara- og múraraarbeiðið.
 

Stovnurin er 750 fermetrar og hevur pláss til 60 børn í vøggustovu og barnagarði. Búsetur hevur gjørt prosjektið og tillagað tað eftir ynski frá Runavíkar kommunu.
 

Búsetur hevur drúgvar royndir at byggja stovnar. Dagstovnurin á Hamrinum og dagstovnurin á Velbastað eru eisini prosjekteraðir og bygdir av Búsetri.

Búsetur hevur eisini bygt Náttúrubarnagarðin Sóljuhjarta í Søldarfirði, sum eisini varð liðugur í 2010. Hesin barnagarðurin er tó, eftir ynski frá Runavíkar Kommunu, ikki fult innrættaður enn.

Síða 1 av 1.
Vísir 1 til 31 av 31 myndum.
SENDISTOVAN