Vel heimasíðulit Vel grønan heimasíðulit Vel bláan heimasíðulit Vel gulan heimasíðulit Vel reyðan heimasíðulit Vel gráan heimasíðulit
 
Dagstovnur á Hamrinum



Búsetur hevur drúgvar royndir at byggja barnaansingarstovnar. Fyrsti stovnurin, vit bygdu, var dagstovnurin á Hamrinum á Argjum. Stovnurin er 650 fermetrar stórur.
 

Tá dagstovnurin á Hamrinum skuldi gerast, bjóðaði Tórshavnar kommuna okkum og øðrum at koma við prosjektuppskoti, sum skuldi innihalda:
 

· Prosjektuppskot (tekningar, frágreiðingar um installatiónir o.a.)
· Tilfarsval
· Innrætting av útiøki, herundir planting og parkeringsøki
· Byggikostnað

Innkomnu uppskotini blivu mett soleiðis, at prosjektið (arkitekturur) taldi 40%, dygdin á bygningi, tilfarsvali o.tíl. taldi 20%, og prísurin taldi 40%. Vit vunnu kappingina við aðrar og veittu eina heildarloysn viðvíkjandi stovninum.
 
Maibritt Simonsen, leiðari á dagstovninum, sigur soleiðis:
"Búsetur hevur bygt okkum ein stovn í bestu góðsku, sum vit kunnu gleðast um í tí dagliga. Hetta hevur stóran týdning fyri trivnaðin á stovninum.”

Síða 1 av 1.
Vísir 1 til 13 av 13 myndum.
SENDISTOVAN